Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helst ein hvølpur

Oliver Joensen

Ein lítil hvalur hevur ligið norðuri við byrgingina í Haraldssundu, sunnanfyri. Neyvan er tað ein springari og helst heldur ikki nísa.

Hvat hetta er fyri ein hvalur hava vit ikki fingið uppspurt, men lítli hvalurin ber seg at sum ein hvølpur og er heldur stórur at vera nýsa og skapið á kúluni ber heldur ikki brá av nýsu ella springara.

Áhugavert hevði verið um onkur kundi sagt okkum hvat slag av hvali talan er um.