Heidi Jakobsen byrjar í februar, sum bilseljari hjá Ford í Norðoyggjum.
Vit hittu Heidi Jakobsen á deildini hjá Ford við Borðoyavík mikudagin.
Um seg sjálva sigur Heidi, at hon hevur útbúgving sum advokatskrivari frá Advokatsekretærskolen á Nørrebrúgv í Keypmannahavn. Heidi flutti til Føroyar við manni og børnum í 1994 og tey búsettust tá vesturi í Vágunum. Men í 2000 fluttu tey í egin hús í Klaksvík.
Síðani eg kom til Klaksvíkar havi eg havt ymisk arbeiði. Abeiði sum advokatskrivari er ikki lætt at fáa her og kanska heldur ikki skrivstovuarbeiði, so tá eg sá lýsingina frá Ford, gjørdi eg av at søkja, tí eg hevði hug at royna eitthvørt annað, enn tað eg var von við.
Sigast kann kanska, at eg havi livað tætt uppat bilum, við tað at pápi, Gunleigur Poulsen, alla mína tíð hevur fingist við bilar, taxabilar, oljubilar, lastbilar og annað, so umhvørvið er ikki heilt nýtt fyri mær.
Sum sagt, so søkti eg arbeiði hjá Ford og eg fekk starvið. Síðani eg var sett í starv hjá P/F Wenzel, havi eg verið til upplæring í Havn á høvuðssætinum hjá Ford í Føroyum.
Tá upplæringartíðin í Havn er liðug, er ætlanin at eg skal starvast í Klaksvík nærum hvønn dag í viku. Tó skal eg eisini á høvuðsdeildina í Havn við jøvnum millumbilum at seta meg inn í alt tað nýggja, sum nú einaferð kemur á marknaðin.
Vit ynskja
Heidi Jakobsen
tillukku við starvinum.




