Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helst samráðingar enn í nátt

Oliver Joensen

Norðlýsið hevur roynt at fáa samband við Jákup Mikkelsen og Steinbjørn Jacobsen, men hetta hevur ikki eydnast okkum, og tí gita vit at samgongan millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin er undir landi,

Eftir at tingingarnar í gomlu samgongu slitnaðu, er væl  upplagt at stóru flokkarnir í Klaksvíkar Kommunu tosa saman áðrenn teir leggja kongin,
Vit hava roynt at fáa fatur á Steinbirni ella Jákupi, men tað hevur higartil ikki eydnast okkum. Hinvegin halda vit at teir ´báðir á odda fyri flokkum sínum sita á fundi og royna at skipa eina samgongu,
Áhugavert verður at frætta hvør okkara borgarstjóri verður komandi fýra árini. Steinbjørn hevur flestar persónligu atkvøðurnar, ímeðan Jákup Mikkelsen stendur á odda fyi størsta flokkinum við flestu atkvøðunum,
Sannlíkt er, at hesir báðir flokkarnir finna saman í samgongu, nú tingingarnar í gomlu samgongu slitnaðu fyrr í kvøld.