Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helst útivið 10.000 fólk til Summarfestivalin

Oliver Joensen

Tað gongur strúkandi við søluni av atgongumerkjum til "Summarfestivalin 06". Norðlýsið frættir, at longu í kvøld eru útivið 8000 atgongumerki seld.

Tað sást beinanvegin í kvøld, tá Silvalandið byrjaði, at stór undirtøka verður til Summarfestivalin í ár. Mótvegis hinum festivalinum her á landi, so hevur Summarfestivalurin lagt dent á familjuna, og tað er helst hetta sum gevur Summarfestivalinum størri undirtøku enn festivalum annars her á landi. Í kvøld kann í hvussu so er staðfestast at Silvalandið hevur vakt áhuga ímillum foreldur og børn, tí tá vit vitjaðu á Akursmørk í kvøld, vórðu eini 600 til 700 fólk savnaði.Vit frætta at longu nú eru útivið 8000 atgongumerki seld og verður tað lagt saman við søluni ímorgin og teim sum hava fría atgongd vegna arbeiði og annað, so kann roknast við at vit veraútivið 10000 fólk til Summarfestivalin í ár.
Fyrireikararnir siga, at øll tiltøkini í kvøld eru ókeypis.

Harleywoodpaint