Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helvitis pakk

Sjúrður Skaale

Rasisman grør sum ókrút á føroyskum kjaksíðum. Tað sigur nógv um tey, ið skriva. Og tað sigur eisini okkurt um føroyska samfelagið

Rasisman grør sum ókrút á føroyskum kjaksíðum. Tað sigur nógv um tey, ið skriva. Og tað sigur eisini okkurt um føroyska samfelagið

Sjúrður Skaale

23. mai kom eitt ljóðbrot á Portalin, har Katrin á Neystabø frá Amnesty tosaði um nýggju ársfrágreiðingina hjá felagsskapinum.

Í frágreiðingini verður fokus sett á flóttafólk – altso fólk, sum eru flýggjað undan kríggi ella vanlukkum.

Í løtuni standa 172.000 flýdd fólk uttan hús og heim – og Amnesty Føroyar dittaði sær at seta spurningin, um Føroyar hava nakra ábyrgd í hesum sambandi.

Katrin á Neystabø helt tað ikki vera ómøguligt at vit kunnu hýsa nøkrum av hesum fólkum, men legði dent á, at tað krevur drúgva fyrireiking og ikki ber til sum er.

Men frágreingin hjá Amnesty snýr seg ikki bara um ábyrgdina at hýsa flóttarfólki. Tað verður eisini mint á, at hesi fólk ikki eiga at verða niðurgjørd og umrødd á ein hátt, sum kann skapa fremmandahatur.

“Vit eiga at umrøða hesi menniskjuni virðiliga”, var tað seinasta, Katrin á Neystabø segði í ljóðbrotinum.

Rasisma

Undir brotinum sluppu fólk so at gera viðmerkingar. Men flóttarfólkini fingu ikki akkurát ta virðiligu umrøðu, sum Katrin eftirlýsti:

“Tey, sum elska, ynskja og vilja fáast við arabarar, somaliarar og annað gott fólk, kunnu flyta til tey deiligu londini sjálv – og lata vera at blanda onnur uttanfyristandandi uppí hetta!”

“Tá ið Amnesty og aðrar “góðar” kreftir hava fingið hetta ígjøgnum, so verður bara at vóna hjá foreldrum, at tað ikki verða teirra børn, sum trekkja Svartaper, og verða neyðtikin og stungin niður.”

“Tað kann aldrin koma uppá tal at taka ímóti hasari fólkarasuni tí tey duga sær ikki hógv (…), tey kenna ikki greinsuna um hvat er mítt og títt”.

“Hví halda tit kanska at lond verja sína egnu borg og landamørk? Halda tit ikki at man langt í VERÐINI síðan hevði hugsað um rættindini hjá hvørjum einstøkum menniskja, UM hvørt einasta menniskja hevði menniskjaligan fornuft?!”

Alt hetta pakkið kemur hendanvegin sum flóttarfólk, tá so tey hava fingi uppihaldsloyvi og kunnu fáa kontanhjálp fara tey heim at halda summarfrí.”

“Amnesty meg í reyvina, hygg eftir London í gjár hálshøgdur á gøtuni á alljósum degi, flóttarfólk úr mohamedanien (muslimar) skulu ikki koma hendanvegin, lat heldur tey ríku londini úr arabaralondunum taka tey, øll onnur fólkasløg eru vælkomin til EU.”

“Eg vil ongan Muslim hava her til.”

“Man kann ikki samanlíkna ein muslim við ein jøda, tað er tað sama sum at samanlíkna eina løvu við eina mús.”

Og soleiðis helt tað fram…

Útlendingar svara

At lesa sovorðið kann ikki vera stuttligt hjá útlendingum í Føroyum, og tveir teirra sýndu dirvi til at tala at rasismuni:

Ein kvinna skrivaði: “Slappið nú eitt sindur av. So forbannað dømandi og generaliserandi – eg var flóttafólk og landið fær gagn av mær, og NEI; ERI IKKI MUSLIM! Øll flóttafólk eru ikki muslimar! Nógv flóttafólk eru væl útlærd, sum kundu hjálpt til her!”

Og ein maður skrivaði: “Brádliga koma vit fram á eitt bilóhapp. Fólk eru føst inni í bilinum, og rópa um hjálp. Hvat gera vit? Hyggja vit at hvussu tey eru ílætin, spyrja vit hvør teirra religión er ella hjálpa vit teimum bara?

Tey flestu okkara høvdu ikki latið eyguni aftur, um vit sóu svong fólk við børnum uttanfyri dyrnar. Tað er júst tað, sum hendir í hesum heimi í dag.

Eg skilji hví nógvir føroyingar óttast islam. Frælsi heimurin er í stríði við (politiskt) islam. Tann konfliktin fer helst at vaksa. Ja, hasir báðir menninir drupu ein bretskan soldat í gjár. Teir vóru ekstremistar. Eins og Anders Breivik. Hann er ikki muslimur. Tað var Stalin heldur ikki. Ella Hitler…

Okkara skylda er at taka okkara part av ábyrgdini saman við siviliseraða heiminum. Føroyar eru eitt lítið land, vit mugu gera tað vit kunnu samsvarandi okkara møguleika.” (Umsett úr enskum, ss).

Men hesi áminnandi orðini frá útlendingunum druknaðu í spruttandi føroyskari rasismu…

Korrektheitin

Føroyar hava, eins og onnur lond, eina moralsku skyldu at rætta teimum eina hond, sum hava mist hús og heim. Tí gera almennu Føroyar lítið av sum er.

Men vit eiga at vera sera varðin tá tað snýr seg um at taka ímóti tilflytarum og flóttarfólki.

Tað er einki dulsmál, at integratiónin ikki hevur riggað nóg væl í fleiri londum. Nógva staðni hava ghetto’ir av tilflytarum elvt til stórar trupulleikar, samstundis sum “politisk korrektheit” hevur forðað fyri opnari umrøðu av hesum somu trupulleikum. Tað er beinleiðis orsøkin til, at flokkar sum Sverigesdemokraterna og Dansk Folkeparti eru blivnir so stórir.

M.a. av hesi orsøk eiga vit kanska at spyrja um vit, sum eitt lítið land, ikki kunnu gera meiri gagn á annan hátt enn við at hýsa flóttafólkum.

Umrøða hevur týdning

Men, sum Katrin á Neystabø vísti á: Hvussu vit umrøða hesi fólkini er eisini eitt álvarsmál.

Etniska útreinsanin í gamla Jugoslavia byrjaði ikki við drápunum. Hon byrjaði við teirri niðrandi umrøðuni av m.a. muslimum. Hatrinum, sum slapp at spíra og vaksa.

Holocaust byrjaði heldur ikki við gasskømrunum. Tað byrjaði við mátanum, jødar vóru umrøddir uppá: Teir vóru nassarar, vildu ikki integrerast, fingu nógv børn og vildu yvirtaka Týskland. Til endans var allur bólkurin stigmatiseraður. Hvat tann einstaki segði og gjørdi hevði ongan týdning: vart tú jødi, vart tú pakk! Tú misti alt menniskjavirði.

Islamistiskur terror byrjar m.a. við retorikkinum um, at tann gudleysi vesturheimurin umboðar Satan á jørðini. Jú fleiri ið tosa soleiðis, jú fleiri verða radikaliserað og taka til harðskap.

Tí hevur retorikkurin týdning. Tað er við honum, at vit fóðra tann innara svínhundin. Og blíva vit við at geva honum at eta, endar tað við, at tað er hann, sum etur okkum.

Undirlutakenslur

Mær vitandi er eingin kanning gjørd av rasismu í Føroyum – og hóast fleiri kjak eru á netinum sum minna um tað umrødda (yviskriftin yvir greinini er úr einum øðrum kjaki), so sigur tað lítið um, hvussu umfatandi rasisman er. Í Føroyum er heldur ongin flokkur, sum í stevnuskránni umboðar slíka hugsan.

Onkur ábending er kortini. Vit hava til dømis havt onkran politikara, sum ikki duldi sína vanvirðing fyri øðrum fólkasløgum, og t.d. umrøddi neyðstødd fólk sum “pakk, ið liggur og rekist runt”. Jú fúlari hansara málbrúk var, jú størri bleiv atkvøðutalið.

So rasistar eru í Føroyum. Hví mann tað vera?

Orsøkin er ið hvussu ikki, at vit eru blivin plágað av nekarum, jødum, arabarum ella nøkrum øðrum.

Men tann, sum hevur tørv á at seta niður á onnur, hevur oftast lágt sjálvsvirði sjálvur. Helst er tað har, at hundurin er grivin: Rasisman sum sæst á føroyskum heimasíðum sigur einki um tey, ið vera umrødd – men hon sigur nógv um tey, ið skriva.

At taka ímóti flóttafólki kann gerast ein avbjóðing. Men tey eru ikki her. Rasisma er eisini ein avbjóðing. Og hon er her!

Sleppur hon at spíra, gerast Føroyar ljótar.