Vit hava ikki fingið váttan fyri hesum, men sum skilst verður Hendrik Old landsstýrismaður í Innlendismálum og Eyðgun Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum
Vit hava ikki fingið váttan fyri hesum, men sum skilst verður Hendrik Old landsstýrismaður í Innlendismálum og Eyðgun Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum
Eyðgunn Samuelsen
Fødd: 23. mai 1959
Foreldur: Ann og Anton Henriksen
Hjúnafelagi: Jóan Hendrik Svabo Samuelsen
Børn: Jógvan og Ann Kristina Svabo Samuelsen
Útbúgving: Cand.Mag. Samfelagsfrøði og søgu
Yrki: Økisleiðari fyri HT útbúgvingina á Tekniska skúla í Klaksvík (farloyvi)
Álitisstørv: Tikið sæti á tingi sum varamaður fyri Javnaðarflokkin 4. februar 2008. Vald á ting 29. oktober 2011. Limur í Fíggjarnevndini, varalimur í Rættarnevndini og Mentanarnevndini.
Hendrik Old
Føddur: 20. juni 1947 í Vági.
Foreldur: Henrikka Jacobsen Old og Dennis William Connor Old. Fosturforeldur: Inger og Johannes Joensen, Vági.
Hjúnafelagi: Elsebeth Old, dóttir Jenny Hentze og Petur í Gong, Tórshavn.
Útbúgving: Fiskiskipari.
Yrki: Fiskimaður síðan 1964. Fiskiskipari síðan 1977.
Álitisstørv:
Afturvaldur á ting við valið 29. oktober 2011. Formaður í Tingmannaráði Útnorðurs.
Fyrstu ferð valdur á ting 1984 og verið tingmaður til 2008. Í parti av hesum tíðarskeiðum verið formaður í vinnunevndini og limur í útnorðurráðnum, formaður í Løgtingsins fiskivinnunevnd, formaður í Útnorðurráðnum og formaður í Løgtingsins vinnunevnd.
Formaður í nevndini fyri Lønjavningargrunn Skipsfiskimanna 1987-95.




