Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Henrik Old skal bakkast upp

Jógvan Skorheim

Tað er gleðiligt at hoyra, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur í hyggju at lækka ella avtaka ferðaseðlagjaldið til útoyggjarnar.

Tað er gleðiligt at hoyra, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur í hyggju at lækka ella avtaka ferðaseðlagjaldið til útoyggjarnar.

Smærru útoyggjarnar hava sera vánaligar samferðsluumstøður, samstundis sum fólkatalið á útoyggj fækkast meiri og meiri. Átøk eru neyðug, um vit skulu halda lív í útoyggjunum, og framhaldandi kunna njóta gott av teirra ríka tilfeingi, mentanararvi og vøkru náttúru.

Tað er ein sannroynd, at ferðaseðlakostnaðurin er ein vansi fyri tey ið búgva á útoyggj. Sambandi við meginlandi er avgerðandi fyri teirra gerðandisdag, og tí brúka tey eisini nógvan pening at koma aftur og fram. Samstundis sum fólkið á staðnum betalur ein rættuliga høgan prís fyri at velja útoyggjalívið, so fær landið alt ov lítið burturúr ferðafólki, ið vitja okkara land, og ynskja at fara á útoyggj.

Í Klaksvíkar kommunu hava vit eitt gott samstarv við fleiri útoyggjar norðanfyri, og Svínoy er ein partur av kommununi. Tað er ongin ivi um, at útoyggjafólkini hava vilja og árræði til at menna útoyggjarnar, og tí er tað eitt stórt framstig, at ein landsstýrismaður í samferðsluviðurskiftum sær týdningin av at gera tað lættari at búseta seg á útoyggj, og er hugaður til at gera nakað ítøkiligt við tað. Eg vóni, at hetta ikki bert gerst orð, men at tinglimir eisini bakka upp um hesa nýggju skipan.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu