Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Henrik Old skrivar rokning á 200 mió. kr. til norðoyingar

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í tunnilsmálum boðar frá í Sosialinum, at hann nú fer at gera eina skipan, soleiðis at landskassin fær partapeningin, sum settur var í Vága- og Norðoyatunnilin aftur.

Landsstýrismaðurin í tunnilsmálum boðar frá í Sosialinum, at hann nú fer at gera eina skipan, soleiðis at landskassin fær partapeningin, sum settur var í Vága- og Norðoyatunnilin aftur.

Sostatt skal ferðslan í Norðoyatunnlinum rindað landskassanum 200 mió. kr. og ferðslan í Vágatunnlinum skal rindað landskassanum 160 mió. Kr..

Avgjaldið, sum samgongan nú ferð at leggja á ferðsluna í undirsjóvartunnlinum og sum serliga fer at raka borgarar í Norðoyggjum og Vágunum, kemur eftir at lánini í tunnlunum eru útgoldin. Sostatt skulu serliga Norðoyingar og Vágafólk, umframt at gjalda fyri viðlíkahald, íløgur og lønir hjá fólkum í tunnilsfeløgunum, sum umsita innkrevjingina av bummgjøldum, eisini rinda eitt fast gjald til landskassan, hvørjaferð koyrt verður ígjøgnum tunnilin.

Hetta er samstundis fyrstu ferð í Føroya Søgu at íløga, sum landskassin hevur gjørt í samferðslukervið, skal rindast landskassanum aftur.