Myndarøð: Tað sá álvarsamt út, tá Henry Heinesen fekk skaða í høvdið undir dagsins dysti.
Tá Henry Heinesen skoraði sítt mál í dag, so kom hann samstundis til skaða og mátti skiftast út. Henry fekk skaðan í tí, at hann skallaði bóltin í málið til 2-0. AB leikarin Kári Nielsen rendi høvdið saman í Henry. Henry mátti skiftast út og mátti á skaðastovuna, har hann fekk 7 pentur beint uppiyvir eyganum. Henry fekk tó ikki nakran heilaskjálvta. Kári Nielsen mátti eisini lata seg skifta út stutt eftir hendingina.
KÍ vann 5-1 móti AB í 26. umfarinum í Effodeildini í dag.




