Tað er í §19, at feløgini ofta ikki megna at uppfylla krøvini fyri at fáa endurgjald fyri at uppala leikarar.
Tað er í §19, at feløgini ofta ikki megna at uppfylla krøvini fyri at fáa endurgjald fyri at uppala leikarar.
Í leikarareglugerðini hjá FSF stendur, at feløg hava rætt til endurgjald fyri venjing og útbúgving. Hetta hevur gjørt, at feløg ofta hava fingið upphæddir upp ímóti 40.000-50.000 kr. fyri leikararnar. Tað er í §22 og §23 sum víst niðanfyri, at hetta verður roknað út eftir.
§ 22 Endurgjaldsupphæddir
Upphæddirnar, sum skulu nýtast í sambandi við útrokningina av endurgjaldinum sambært § 21 eru hesir:
1) kr. 5.000 fyri hvørt árið um viðkomandi verður fluttur til felag við liðið í Meistaradeildini.
2) kr. 3.000 fyri hvørt árið um viðkomandi verður fluttur til felag við liðið í 1. deild.
3) kr. 1.000 fyri hvørt árið um viðkomandi verður fluttur til felag við liðið í 2. deild.
Endurgjaldið verður í mesta lagi roknað fram til og við tað kappingarárið, leikarin fylti 21 ár, t.v.s. í mesta lagi 10 ár.
§ 23.Útrokning av endurgjaldi
Endurgjaldið verður við støði í grein 22 útroknað soleiðis:
a) Fyri árini, leikarin var 12 -15 ár, verður upphæddin roknað við at falda talið av árum við upphæddini, sum nevnd er í grein 22, stk. 1, litra 1.
b) Fyri árini, frá leikarin fyllir 16, fram til aldurin við sáttmálabyrjan verður upphæddin ásett við at falda árini við teirri upphædd, sum sambært grein 22 er galdandi fyri ta felag, leikarin verður fluttur til.
c) Um leikari er fyltur 23 ár, men ikki 24 ár, hevur felagið, leikarin fer frá, rætt til 2/3 av útroknaða endurgjaldinum.
d) Um leikari er fyltur 24 ár, men ikki 25 ár, hevur felagið, leikarin fer frá, rætt til 1/3 av útroknaða endurgjaldinum.
Trupulleikarnir
Men sum víst aðrastaðni á nordlysid.fo, so uppstanda trupulleikar, um feløgini ikki uppfylla ávís krøv. Sum skilst so er §19 ofta tað, sum forðar fyri endurgjaldi. Sum skilst er hetta eisini tað, sum møguliga ger, at TB einki endurgjald fær fyri Rógva Joensen.
Í §19 stendur soleiðis:
§ 19 Serlig viðurskifti, sum kunnu ávirka samsýningina
Um tað eru minni enn 2 mánaðar eftir av sáttmálaskeiðnum hjá einum yrkisleikara undir 21 ár, og sáttmálahavandi felagið ikki kann prógva at hava givið leikaranum skrivligt tilboð um nýggjan sáttmála á sama lønarstøði, skal nýggja felagið ikki rinda endurgjald fyri venjing og útbúgving til sáttmálahavandi felagið.
Sostatt er tað upp til leiðlsurnar í feløgunum, at hava prógv fyri, at sáttmáli á sama lønarstøði er bjóðaður.




