Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Her er nýggja býtið av politikarum

Jóhann Lützen

Eftir at nýtt Landsstýri varð skipað í gjár, eru 9 landsstýrisfólk sett og níggju nýggj varafólk komin á Løgting. Norðlýsið hevur hugt at, hvørji hesi nýggju varafólkini eru, ið nú koma á ting, og eisini at nýggja landafrøðiliga býtinum av okkara stjórn og fólkavaldu.

 

Norðoyggjar fáa eitt tingfólk afturat og hava nú 6 tingfólk. Hesi eru Árni Skaale, Beinir Johannesen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, Eirikur í Jákupsstovu úr Tjóðveldi og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum. Av hesum er Eirikur í Jákupsstovu úr Tjóðveldi fasti varalimurin, ið er komin á ting fyri landsstýrisfólk.

Eysturoyggin fær eisini eitt tingfólk afturat, ið er Hanna Jensen úr Framsókn, og hevur nú 4 tingfólk. Tey eru Bárður á Lakjuni fyri Fólkaflokkin, Magnus Rasmussen og Helgi Abrahamsen fyri Sambandsflokkin og so Hanna Jensen. 

Norðstreymoy hevur fingið eitt tingfólk afturat síðani Landsstýrið varð sett. Teir eru júst fráfarni løgmaður, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum og Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum. Afturat teimum báðum er komin Kim Durhuus fyri Javnaðarflokkin.

Vágar standa í stað við 3 løgtingsfólkum, og tey eru Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum.

Suðurstreymoy hevur nú 12 tingfólk, og tað eru trý færri enn áðrenn Landsstýrið varð skipað. Tey eru Johan Dahl og Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum; Hans Jacob Thomsen og Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum; Annika Olsen, Bjørt Samuelsen, Erling Eidesgaard, Hervør Pálsdóttir og Liljan Weihe úr Tjóðveldi; Jenis av Rana úr Miðflokkinum; og so Karlot Hergeirsson og Sólvit Nolsøe úr Framsókn.

Av hesum eru Hans Jacob Thomsen, Kristianna Winther Poulsen, Erling Eidesgaard og Liljan Weihe fyri Tjóðveldi, Karlot Hergeirsson fyri Framsókn nýggj føst varafólk á tingi eftir skipanina av Landsstýrinum. 

Hartil eru 7 landsstýrisfólk úr Suðurstreymoy: Aksel V. Johannesen, Djóni Nolsøe Joensen, Ingilín Didriksen Strøm og Margit Stórá úr Javnaðarflokkinum; Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn.

Sandoy: Onki umboð er inni fyri Sandoynna, hvørki í løgtingsmanningini ella landsstýrismanningini.

Suðuroyggin hevur 5 tingfólk, ið er eitt færri enn áðrenn Landsstýrið varð skipað. Tey eru Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum; Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum; Bjarni Hammer, Henrik Old og Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum. Her er tað Súsanna Bertholdsen, ið er nýggja fasta varafólkið fyri Javnaðarflokkin á tingi.

Harumframt hevur Suðuroyggin 2 landsstýrisfólk: Dennis Holm og Sirið Stenberg, bæði úr Tjóðveldi.