Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Her er puslispælið hjá KÍ leygardagin

Jákup Ósá

Vinnur KÍ á HB, so er 2. plássið og Evropa Conference League plássið heima, men hvussu við javnleiki ella tapi?

Tað lættasta hjá KÍ er at vinna móti HB, men tað er eisini møguleikar at fáa 2. plássið við javnleiki og enntá tapi. 

 

Møguleikarnir eru:

KÍ vinnur móti HB: KÍ endar við vissu á 2. plássi.

KÍ spælir javnt móti HB: KÍ endar á 2. plássi, um tað endar við javnleiki millum B36-NSÍ ella B36 vinnur við færri enn seks málum. Vinnur NSÍ, so endar KÍ á 3. plássi við javnleiki.

KÍ tapir móti HB: KÍ endar á 3. plássi undir øllum umstøðum uttan so, at tað endar við javnleiki millum B36-NSÍ.

 

2. pláss til KÍ gevur við vissu Evropa Conference League pláss

3. pláss til KÍ gevur bara Evropa Conference Leagu pláss, um HB ella nr. 2 í landskappingini vinna løgmanssteypið