Eins og umborð á Gadus, so hava teir valt umborð á Sjúrðarbergi í dag.
12 mans eru við Sjúrðarberg hendan túrin, har teir royna eftir rækjum.
Eins og hjá Gadus, so hava teir ikki kunnað atkvøtt til hetta løgtingsvalið umborð á Sjúrðarbergi, tí teir fóru avstað áðrenn valið og hava ikki verið inni í longri tíð.
Men teir hava valt í dag umborð og úrslitið var hetta:
Fólkaflokkurin 75 %
Sambandsflokkurin 8,33 %
Javnaðarflokkurin 0 %
Nýtt Sjálvstýri 0 %
Tjóðveldi 8,33 %
Framsókn 8,33 %
Miðflokkurin 0 %
Valluttøka: 100 %




