Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Her fáast armbond til Summar Festivalin

Summar Festivalurin

Nú ber til at fáa armband til Summar Festivalin uppá

Fyri at sleppa inn á festivaløkið á Summar Festivalinum skulu fólk hava armband á handliðnum. Atgongumerki, sum eru keypt ella verða keypt, skulu býtast um við armband, og armbond fáast á ávísum støðum upp undir festivalin. Fólk, sum skulu hava armband uppá, skulu sjálvi møta á staðnum og fáa armbandið uppá.

Armbond fáast á hesum støðum:
Torgið í SMS í Havn: Mánadagin 4/8 til fríggjadagin 8/8
Telebúðin í Klaksvík: Mánadagin 4/8 til fríggjadagin 8/8
Norðoya Sparikassi í Klaksvík: Mikudagin 6/8 til fríggjadagin 8/8
Norðoya Sparikassi í Runavík: Mikudagin 6/8 og hósdagin 7/8

Eisini fáast armbond við inngongdina til festivalin, tá ið festivalurin byrjar hósdagin.