Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Her hita KÍ áskoðararnir upp í Stockholm

Jákup Ósá

Stockholm: KÍ áskoðararnir ætla at seta dám á miðbýin í Stockholm undan dystinum í kvøld.

Tað er eitt sindur ógreitt, hvussu nógvir KÍ áskoðarar vera til dystin. Við flogfarinum komu áleið 70 og so væntast fleiri KÍ áskoðarar at koma aðrastaðni frá í Skandinavia til dystin. Tað er eitt sindur trupult at meta um, hvussu stórur hesin parturin er. Eisini fleiri svenskir Føroya vinir sigast ætla sær at sita millum teir bláu og hvítu. Eitt boð er, at eini 150 KÍ áskoðarar vera til dystin. Frá fyrireikarunum í Stockholm hava vit fingið at vita, at KÍ áskoðararnir fara at hita upp í The Flying Dog, sum liggur mitt í Stockholm. Upphitingin byrjar kl. 13.30 lokala tíð. Hetta staðið liggur á Vasagatan 52.

Kl. 17.00 lokala tíð fara KÍ áskoðararnir frá Clarion Hotel Sign til Friends Arena, har flott handilssentur liggur beint við leikvøllin. Sjálvur dysturin byrjar kl. 19.00 lokala tíð (18.00 føroyska tíð).