Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Her liggur Atlantic Navigator

John William Joensen

20. apríl í 2007 segði norska Fiskarídirektoratið, at 11 umsóknir vóru til Krill-konsesjón í Suðuríshavinum. 31 mai kom fram, at Aker Biomarine fekk tvey av loyvunum. Hini fóru til onnur feløg.

Skrivar Geir Bjørn Nilsen í Norska blaðnum “Fiskaren”

Í juli síðsta ár kunngjørdi Aker, at tey høvdu keypt Atlantic Navigator ex. “American Monarch”, fyri 370 milliónir krónur. Hesin skuldi brúkast í krillkonsesjónini, sum Aker hevði fingið og skuldi setast inn sum nr. 2. “Saga Sea” hjá felagnum er longu frammanundan á hesi veiðu.
 
Í eina tíð ætlaði felagið at byggja ein nýggjan bát, “Harvesteter” fyri yvir eina milliard krónur. Hetta skuldi vera eitt skip uppá yvir 140 metrar. Men eftir umhugsunartíð fall valið á Atlantic Navigator, hetta kom ikki væl við í Føroyum og førdi við sær, at útivið 200 føroyingar knappliga stóðu uttan arbeiði tá Aker Biomarine keypti bátin. 

Í oktober í fjør, segði TDN finans, at báturin skuldi leingjast og yvirhálast. Hetta fór at kosta 340 milliónur . 

-17 september í ár kunngerð nýggi stjórin á Aker Biomarine, at felagið hevur funni ein nýggjan hátt til framleiðslu úr krill, tí skal bátur nummar tvey ikki setast inn í krillveiðuna hóast alt. 

Á einum skipsverfti í Kroatia liggur ein av heimsins mest umtalaðu fiskiskipum Atlantic navigator. Aker ASA veit ikki við vissu hvat báturin skal brúkast til, men kunningarstjórin Geir Arne Drangeid sigur við Fiskaríblaðið Fiskaren, at seismikkur er eitt av alternativunum. Tað sama segði hann við TDN finans 17. September.