Soleiðis sigur Símin J. Hansen í bók síni ”Minniligir dagar” ella í Havið og vit 2, um skalvalopið á Blankaskála. Tað var undan skalvalopinum, at blankskálafólkið rýmdi til Syðradals at seta seg niður. Komandi summar verður skipað fyri 200 ára stovningardegi av bygdini Syðradalur á Kalsoynni.
Sum kunnugt býr bert ein familja á Syðradali í dag, Tað er Erik Eliasen og konan Paulina, sum saman við sínum børnum búleikast har. Tey eiga tvey børn. Paulina og børnini bæði arbeiða í Klaksvík, ímeðan Erik, ið er pensionistur í dag, fæst við seyðin. Hann situr á ognarhaganum Teisturðshagi, ið er beint sunnanfyri bygdina. Har hevur Erik 60 seyðir at røkta…
LES MERIA Í BLAÐNUM Í DAG




