Klaksvíksgentan Herborg Hansen gjørdist um vikuskiftið danskur meistari í talvi. Hon var tryggur vinnari av sínum bólki, sum var fyri gentur í aldrinum 14 og 15 ár
DM heitið kom til høldar við frálíku skoruni 6 av 7 møguligum. Umframt at gerast best í sínum bólki, var hon enntá best – eisini við atliti at elsta aldursbólkinum.
Herborg var í B-bólkinum og 14 ára gamla Fríða við Streym úr Sundalagnum luttók eisini og gjørdist nummar 4 í sama aldursbólki sum Herborg.
Hugaligt var eisini at staðfesta, at Herborg ikki er einasta føroyska gentan sum nú verður ritað í ferðasteypið. Frammanundan Herborg, hevur nevnliga Mirjam F. Olsen, ættað úr Føroyum, eisini verið danmarksmeistari í aldursbólkinum.




