Herborg Hansen úr Klaksvík gevur út debut fløgu sína, Eyðkenni – Ein heimagjørd fløga við uppruna sangum.
Herborg er sangari og sangskrivari, og hevur lisið innan tónleik á fróðskaparsetri í Skotlandi. Í hesum samanhangi kom verkætlanin Eyðkenni í lag, sum partur av hennara Master of Arts lestri í Sangskriving. Fløgan inniheldur 7 sangir, ið hvør á sín hátt hugleiða føroyska siðvenju og samleika.
Herborg hevur búð uttanlands í 10 ár, síðani hon bert var 18 ára gomul, og hevur hon upplivað og eygleitt nógvar ymiskar mentanir. Hettar er fløgan merkt av, og hugkveikt av hennara fagnaðarmerktu heimkomu, ið tá stóð fyri durum, til jólar 2018. Eftir øllum at døma fegnast hon um føroyska mentan, og er takksom fyri siðvenjunar, sum í størsta mun hava ment hana til persónin hon er í dag. Tí, fyri at hátíðarhalda flaggdagin, merkið, hevur hon valt at geva út fløguna Eyðkenni hendan dagin.
Tónleikaliga kann blandaður íblástur hoyrast, frá fólkaligu til post punk og dream pop sjangrunum. Sangirnir eru yrktir á enskum, og verða at hoyra á Spotify og Itunes tann 25. Apríl. Avmarkað nøgd av fysiskum eintøkum verða eisini til keyps, í Leikalund í Klaksvík og við bílegging beinleiðis frá Herborg. Harav eru hylstrini og fløgan handprintaði við hús.
“The music is very well produced, richly layered and – particularly in the vocal performances – beautifully rendered”
David Scott, University of the West of Scotland
Av fløguni kann sangurin Bil sigast at vera hóskandi staklag. Tað lagið handlar um “at sleisa”, ella at koyra biltúr, og er eitt av meira livandi tónunum. Síðani er enska kvæðið The Dance eisini ein serstakur sangur, ið kann fáa onkrar eygnabrýr til at reisast. Fløgan er gjørd í samstarvi við skotska tónleikaran og teknikaran James Paul Clarke, ið eisini er sjeikur Herborgs.

Tú kanst hoyta fløguna á leinkjunum niðanfyri:
á Spotify: https://open.spotify.com/album/6zZVIw2x6oYGB2Ln53C6Ycá iTunes: https://itunes.apple.com/dk/album/id1460282014



