Hósdagin 19/10 kl. 16:00 spæla KÍ – Herfølge venjingardyst á Djúpumýru (árgangur 2004)!
Hósdagin 19/10 kl. 16:00 spæla KÍ – Herfølge venjingardyst á Djúpumýru (árgangur 2004)!
Í hesum døgum hevur KÍ árgangur 2004 vitjan av Herfølge Boldklub.
Herfølge ferðalagið býr saman við okkara leikarum, og koma at venja saman. Venjingardystur verður ímillum liðini hósdagin kl. 16:00 á Djúpumýru. Síðani verður ein Mini-Steypakapping ímillum Herfølge, KÍ, NSÍ og Skála fríggjadagin og leygarmorgunin. Øll liðini møta hvørjum øðrum, og vinnarin fær handa steyp leygarmorgunin kl. 11:30 latið av Klaksvíkar Kommunu.
Skrá fyri kappingina:
Fríggjadagin 20/10 kl. 16:00
KÍ – Skála (Klaksvík)
NSÍ – Herfølge (Runavík)
Fríggjadagin 20/10 kl. 20:00
KÍ – NSÍ (Klaksvík)
Skála – Herfølge (Skála)
Leygardagin 21/10 kl. 10:00
KÍ – Herfølge (Klaksvík)
NSÍ – Skála (Runavík)
Okkara málmanslegenda Jákup F. N. Mikkelsen vann Danska Meistaraskapið við Herfølge!
Hósdagin fer Herfølge hópurin sightseeing túr runt landi. Fríggjadagin fara teir við okkara leikarum í skúla.
Klaksvíkar Ítróttarfelag setur prís uppá hjálpina Klaksvíkar Kommuna, skúlin við Skúlatrøð, foreldur, NSÍ, Skála og onnur hava víst í samband við hesa vitjanina!




