Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heri Schwartz við nýggjum lagi

Jóhann Lützen

Mikudagin 22. februar kom nýggja lagið “Product Of Time” út. Hetta er fyrsta lagið sum Heri Schwartz hevur givið út sum einstaklingur.

 

Heri er best kender sum tangent spælarin við stóra skegginum í Boys in a Band, sum gjørdu nógv um seg fyri nøkrum árum síðani.

Lagið er um kunstigt vit (AI) og kápumyndin er gjørd á listaskálanum, har visit Faroe Islands hevði eina framsýning av AI sum listasniðgeva.

Heri eigur lag og tekst, og Høgni Lisberg hevur framleitt. James Thomas hevur ljóðblandað og Jan Eliasson hevur masterað. 

– Lagið kann hoyrast á øllum stroymingartænastum her: https://orcd.co/productoftime