Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hermann, Martin, Jón, Benjamin og Brandur hava vunnið FM í øllum bátastøddum

Jákup Ósá

Tríggir av teimum hava enntá gjørt tað áðrenn teir eru fyltir 20 ár.

Síðani 2017 hava Martin Joensen, Jón Josephsen, Benjamin Sigurðsson, Hermann Samuelsen og Brandur Kjølbro vunnið føroyameistaraheitið í øllum bátastøddum. Í 2017 við Fípuni Føgru, í 2018 við Páll Fanga, í 2020 við Nevinum Reyða og í 2021 við Klaksvíkingi. Av teimum hava Benjamin, Hermann og Brandur vunnið allar bátastøddir, áðrenn teir eru 20 ár. Hinir báðir eru fyrst í 20’unum.

Vit vita tó ikki, um tað eru aðrir rógvarar frá árunum áðrenn 2017, sum hava vunnið allar bátastøddir, um nakar hevur megnað tað uppá fimm ár og um nakar hevur megnað tað áðrenn ein er 20 ár.

Men staðfestast má, at talan er um sera flott persónlig avrik uppá fýra ár hjá hesum ungu monnum.