Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Herverk í barnagarðinum

John William Joensen

Onkuntíð verður sagt, at onki far frið. Vit hava sæð blómukassar í kommununi veri hvøldir og annað \”herverk\”.

Onkuntíð verður sagt, at onki far frið. Vit hava sæð blómukassar í kommununi veri hvøldir og annað “herverk”.

Á summarfestivalinum í ár, var brotið inn í ein goymsluskúr í Dr.Margrerthu Barnagarð og nú í morgun tá ið starvsfólk komu til arbeiðis, var alt, meira ella minni meiggja út við brúnari máling, serliga vóru tað ting sum man situr á, so sum allar reiggjurnar, vippurnar, rutsjibani o.a.

Hetta er ógvuliga keðiligt fyri børnini sum ganag í barnagarðinum og sum brúka hesi ting hvønn dag. Tey standa púra spyrjandi og skilja púrt onki av, at nakar skal gera slíkt við teirra leikur.

Onkur hevur verið og framt herverk inni á okkara deiliga og nógv brúkta spæliplássið, eftir at øll børn og starvsfólk eru farin heim eftir loknan dag.

Vit ynskja, at tey sum hava gjørt hetta, sjálvi koma og siga frá og biðja um umbering, og at tey koma at vaska alt reint aftur, tað siga starvsfólkini í barnagarðinum.

Myndirnar tala fyri seg.