Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Herverk og innbrot um vikuskifti

John William Joensen

Leygarnáttina og mánamorgunin vóru innbrot framd umborð á bátum og herverk framt móti Ósáskúlanum

Av politistøðini verður upplýst at umborð á tí eina bátinum var neyðrakettir og neyðbluss stolið, og umborð á línubáti sum lá við langukaj var morfin og tablettir stolið.
Løgreglan veit ikki hvørjir innbrotstjóðarnir eru og kann heldur ikki siga um innbrotini hava samband við herverkini í seinastu viku.
 
Ungdómar steinaðu rútar
Um vikuskiftið var eisini herverk framt móti Ósáskúlanum har ungdómar steinaðu tveir rútar.
Ungdómarnir, sum framdu herverkið eru tiknir, men av tí at teir eru undir 15 ár kunnu teir ikki rættarsøkjast men foreldrini koma at gjalda fyri tað, sum er brotið.

Harleywoodpaint