Onkur hevur skorið børkin av fjallagullregntrænum, sum hevur blóma sera vakurt í nøkur ár.
Nú veðrið gerst betri eru gongutúrarnir út í Grøv sera væl dámdir. Tað møtti okkum tó ein lítið hugalig sjón, tá vit vóru ein túr í gjár.
Talan er um fjallagullregn sum ikki blómar fyrr enn hon er umleið 15 ár. Hendan hevur blóma sera vakurt í nøkur ár. Hetta er sera harmiligt og lítið hugaligt, sigur Hans Hjalti Skaale býargartnari hjá Klaksvíkar kommunu.




