Hesa vikuna skipar Klaksvíkar Kommuna fyri umhvørvisviku. Kristi Himmalferðardag, 1.mai, varpar kommunan, saman við Hundaeigarafelag Føroya, HUFF.dk, ljós á hundar.
Dagurin byrjar kl. 13.00 á økinum, sum hundaeigarar hava fingið frá kommununi. Økið er niðanfyri barnagarðin "Fjallafípan" úti í Grøv. Har verða einar 20 ymiskar hundarasur umboðaðar.
Á økinum fer Tina Ziska at vísa kynstur við hundinum "Chico", sum er ein Dobermann, og Rakul Toftegaard og "Tiki", ein Jack Russel terrier, fara eisini at vísa kynstur. Harafturat fara vit at síggja ein seyðahund til arbeiðis.
Eftir framsýningarnar, fara hundar og eigarar at ganga yvir til Ósaskúlan, har Fríða M. Brekku, fer at greiða eitt sindur frá um eginleikarnar hjá einstøku, umboðaðu rasunum.
Aftaná verður ein vakurleikakapping ímillum hundarnar, fyri tey sum eru áhugaði. Eisini eru blandaðir hundar vælkomnir við, og ímillum teir hundarnar verður eisini ein vakurleikakapping. Ongin krøv eru til vakurleikakappingina.
Inni í Ósaskúlanum skipar HUFF fyri einum "barn og hund" tiltakið.
Hetta tiltakið er ætlað øllum børnum. Børnini læra hvussu man best ferðast ímillum hundar í gerandisdegnum, og tey læra hvussu man heilsar rættast uppá hundar.
Børnini fáa hvør sína "barn og hund" brosju, og eitt stuttligt uppgávuhefti.
Gandakallurin Rógvi, undirheldur,og okkurt gott verður til børnini.




