Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesi hava vunnið Klaksvíkskappingina seinastu árini

Jákup Ósá

Komandi vikuskiftið verður árliga Klaksvíkskappingin, sum á hvørjum ári verður spæld tætt upp undir landskappingarbyrjan. 

Søguliga sæð, so stendur HB seg best hesi seinastu 10 árini. Fýra ferðir hevur HB vunnið kappingina. Niðanfyri er yvirlit yvir vinnararnar seinastu 10 árini:

2014: HB (KÍ nr. 2)

2013: HB (EB/Streymur nr. 2) 

2012: B36 (EB/Streymur nr. 2)

2011: EB/Streymur (HB nr. 2)

2010: B68 (ÍF nr. 2, men her luttóku ikki tey bestu liðini frá árinum frammanundan skal sigast)

2009: HB

2008: EB/Streymur (KÍ nr. 2)

2007: HB (EB/Streymur nr. 2)

2006: KÍ (B36 nr. 2)

2005: KÍ (B36 nr. 2)

Leygardagin vera báðar hálvfinalurnar spældar. Kl. 12.45 spæla HB og NSÍ, meðan KÍ og B36 spæla kl. 15.00. Sunnudagin kl. 12.45 er bronsudystur, meðan finalan verður leikt kl. 15.00.