Í vikuni hevur málverji, sum hevurverið í U21 landsliðshitanum, vant við besta liðnum hjáEB/Streymi.
René Tórgarð hevur seinastu áriniverið fastur málverji hjá EB/Streymi. Men hann hevur takkað fyriseg og spælir ikki fótbólt aftur á hægsta støði. Tí stendurEB/Streymur uttan nakran royndan málverja. Í vikuni hevur einnýggjur málverji roynt seg í felagnum. Talan er um 20 ára gamlaJákup Højgaard, sum annars altíð hevur spælt við B36. Hann erskrásettur fyri 3 dystir í Effodeildini, men hevur fyri tað mestasitið á bonkinum á besta liðnum. Onkran dyst hevur hann eisini verið kring U21landsliðið eins og hann hevur verið á U19 og U17 landsliðnum.
Tórður Thomsen og Trygvi Askham erubáðir málverjar hjá B36, so helst eru útlitini fyri spælitíðá besta liðnum hjá FM vinnarunum ikki tey bestu. Tað er helst hetta sum hevur fingið málverjan at hugt eftir øðrum møguleikum.
Eftir at tað í gjár kom fram, atTeitur M. Gestsson heldur fram í HB, so er Símun Rógvi Hansensettur í samband við EB/Streym. Søgur ganga um, at partarnir havatosað saman, men enn er hetta ikki váttað. Í øllum førum bendurokkurt á, at EB/Streymur fær nýggjan málverja uttanífrá tilbesta liðið.




