Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesin skal loysa Costa av í Atletico Madrid

Jákup Ósá

Torres, Aguero, Forland, Falcao og Costa. Nú hevur Atletico Madrid funnið sín nýggja álopsleikara, sum skal skjóta málini, sum hesir hava skorað undanfarnu árini.

Tað er ítróttarstjórin í Bayern Munchen, Matthias Sammer, sum váttar, at Bayern Munchen hevur gjørt avtalu við Atletico Madrid um 28 ára gamla álopsleikaran Mario Mandzukic fyri umleið 18 milliónir pund. Álopsleikarin frá Kroatia skoraði 48 mál í 88 dystum fyri Bayern Munchen.
Frammanundan hevur Atletico Madrid keypt 19 ára gamla álopsleikaran Angel Correa úr San Lorenzo fyri umleið 6 milliónir pund, sum skeyt 12 mál í 65 dystum fyri argentinska liðnum.
Atletico Madrid seldi sín toppskjútta Diego Costa til Chelsea fyrr í summar.