Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesin skal royndarvenja við Víkingi

Jákup Ósá

Hann hevur spælt og skorað fleiri mál í bestu svensku deildini. Hann skal mikudagin royndarvenja við Víkingi.

Hann hevur spælt og skorað fleiri mál í bestu svensku deildini, og skal mikudagin til Víking at royndarvenja.

Tað er eitt at síggja til spennandi navn, sum í komandi viku kemur til Víking at royndarvenja. Ólavur Thomsen frá Effonevndini í Víkingi, váttar fyri nordlysid.fo, at Eric Bassombeng eftir ætlan kemur at royndarvenja við Víkingi frá mikudegnum.

Hevur nógv at vísa

Leikarin er frá Cameroon. Eric Bassombeng er høgri vongur, men kann eisini spæla sum álopsleikari. Hann fekk ein knæskaða í 2012 og hevur ikki fingið støðuga spælitíð í nøkrum felag síðani tá. Frá 2008 og fram til 2010 spældi hann í Ørebro í bestu svensku deildini. Har spældi hann 44 dystir og skoraði 5 mál. Í 2011 og 2012 spældi hann við GAIS í bestu svensku deildini. Har spældi hann 42 dystir og skoraði 6 mál. Niðanfyri eru brot av leikaranum.