Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesin skaraði framúr í Sarpugerði

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur valt dagsins leikara í dystinum millum Víking og ÍF.

Víkingur og ÍF spældu í Sarpugerði í Norðragøtu í dag í einum illa spældum dysti, sum endaði við 1-1 javnleiki.

Grannauppgerðin í Sarpugerði í dag var illa spæld, har báðar verjurnar nærum allan dystin høvdu løtt við at lesa spælið av hjá mótstøðuliðnum. Heldur løgið, tá hugsað verður um, at báðar verjurnar spældu við leikarum, ið ikki eru so vanir við at spæla í aftastu ketuni í bestu deildini. Hjá Víkingi spældi Sámal Jákup Joensen á høgra bakki, meðan ÍF verjan hevði Fritleif í Lambanum og Poul N. Mikkelsen – har tann fyrri ikki er vanur at spæla í miðverjuni – í miðverjuni, meðan Áki Petersen spældi á vinstra bakki. Men eftir eina nakað trupla byrjan, so fekk ÍF verjan tamarhald á tí mesta, meðan Víkinga verjan bara lat 2-3 mál møguleikar burtur allan dystin.

Karl Løkin skaraði framúr

Skulu vit hyggja eftir einstøku leikarunum, so vóru nøkur vónbrot, nógv miðal avrik og fá topp avrik. Eftir okkara tykki var tað ein leikari, sum skaraði framúr. Tað var ÍF málskjúttin Karl Løkin, sum spældi á sentrala miðvøllinum hjá ÍF. Hann stríddist framúr væl og hevði truplar umstøður, tá ÍF spældi við tveimum álopsleikarum og annars fleiri leikarum, sum ikki raktu besta dagin. Serliga í fyrra hálvleiki spældi Karl væl, har hann vann bóltar og eisini spældi rættuliga skilagott frameftir. Seinasta korterið í dystinum byrjaði hann at gera feilir á støði við hinar leikararnar á miðvøllinum hjá báðum liðunum, men avrikið fyrstu 70-75 minuttirnar var nóg mikið til at vera dagsins besti leikari.

Fleiri vónbrot

Dysturin í dag var illa spældur, har fleiri av stóru profilunum skuffaðu. Hjá Víkingi er eingin ivi um, at Hallur Hansson samanlagt hevur verið eitt vónbrot í ár. Dysturin í dag var heldur ikki nakar framúr dystur hjá Halli, sum gjørdi fleiri feilir enn ein kann vænta frá einum landsliðsleikara. Og til tíðir var tað ein rættuliga frustreraður Hallur, sum vit sóu. Hinvegin skal Hallur fáa rós fyri sítt harða arbeiði og hóast fleiri feilir, so var Hallur eisini við í nógvum av tí góða hjá Víkingi og hann var ikki millum teir vánaligastu á vøllinum, men hinvegin eiga vit at vænta meir frá einum so stórum profili.

Hjá ÍF er Clayton Soares als ikki komin í gongd í ár. Tað er ikki av tilvild, at hann bara hevur skorað 1 mál í 7 dystum, tí hann sær ikki út til at vera í topp venjing. Burtursæð frá einum góðum innleggi til Bartal Eliasen í endanum av dystinum, tá Bartal akkurat var ov seinur, so sóu vit nærum einki til Clayton.