Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesir bakkarnir løgdu upp til flest mál

Jákup Ósá

Serliga tríggir bakkar skaraðu framúr, tá tað snúðu seg um at leggja upp til mál í 2014.

Fyri teir ovastu er tó vert at gera vart við, at hesir leikararnir í summum dystum hava leikt á øðrum plássum enn á bakkinum og m.a. longri frammi á vøllinum. Serliga er hetta galdandi fyri Pál M. Joensen hjá HB, sum annars hevur frálík hagtøl fyri kappingarárið og kann sigast at vera ein av undirmettu leikarunum hetta kappingarárið. Har sást á FaroeSoccer, at vinstri bakkurin Alex dos Santos hevur spælt 16 dystir frá byrjan, har teir flestu eru á bakkinum, sum Pál hevur røkt hinar dystirnar. Eisini Alex Mellemgaard, Bárður Hansen og Heðin á Lakjuni hava leikt einstakar dystir á øðrum plássum.

Av hesum fremstu bakkunum kann eisini viðmerkjast, at Alex Mellemgaard hevur tikið nógvar av deyðbóltunum hjá B36 og tí eru fleiri av uppleggunum ikki komin útfrá spæli á vinstra bakki. Hinvegin hevur Bárður Hansen hjá Víkingi fingið tey flestu hjá sær úr opnum spæli frá plássinum á bakkinum og er helst bakkurin – vit hava ikki eftirkannað tað – við flest uppleggum í opnum spæli.

Listin sær soleiðis út, um Pál M. Joensen verður taldur uppí:

Alex Mellemgaard, B36, 9 upplegg (2347 min) 3 mál

Pál M. Joensen, HB, 9 upplegg (1678 min) 4 mál

Bárður Hansen, Víkingur, 8 upplegg (2250 min) 3 mál

Heðin á Lakjuni, KÍ, 7 upplegg (1723 min) 2 mál

Hanus Jacobsen, Víkingur, 4 upplegg (2368 min) 5 mál

Høgni Eysturoy, B36, 4 upplegg (2430 min) 1 mál

Jónas Stenberg, AB, 4 upplegg (2187 min) 0 mál