Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesir spældu við í 1991

John William Joensen

30 spælarar spældu við á KÍ-liðnum, sum vann føroyameistaraheitið í 1991. Sunnudagin ger 91-liðið comeback í serligum norðoyastevnudysti

1991 var eitt stórt ár hjá KÍ. Fyri fyrstu ferð í 19 ár eydnaðist tað KÍ at vinna føroyameistaraheitið í mansfótbólti. Nógvir ungir spælarar vóru við á gullliðnum, og við at hyggja eftir listanum ber til at síggja, at talan var um eina røð av spælarum, sum gjørdust stórir profilar í føroyskum fótbólti.

Fleiri av spælarunum fóru uttanlands at royna seg sum yrkisspælarar, fleiri spældu á landsliðinum, og aðrir umboðaðu KÍ í nógv ár aftaná.

Og nú sunnudagin fer 91-liðið hjá KÍ at royna seg aftur á vøllinum. Tað verður í dysti ímóti dagsins KÍ-liði. Dysturin verður sunnudagin kl. 15.00.

Niðanfyri er listi við øllum spælarunum, sum spældu við KÍ hetta árið, og nú kunnu fólk kanska royna at manna eitt lið til dystin sunnudagin.

KÍ føroyameistarar 1991:
Jákup Mikkelsen
Sámal Eyðfinn Poulsen
Todi Jónsson
Jan Joensen
Kurt Mørkøre
Allan Mørkøre
Arnold Joensen
Petur Ovi Ellingsgaard
Aksel Johannesen
Olgar Danielsen
Trygvi Poulsen
Jan Andreasen
Harley Bertholdsen
Stig Elttør
Petur Hans Joensen
Beinur Poulsen
Karl Marius Poulsen
John Ryan
Fríðin Ziskason
Bjarne Olsen
Allan Joensen
Heini Hansen
Eyðun Klakstein
Poul Juul Vilhelmsen
Finn Baldvinsson
Jógvan Jacobsen
Marni Isaksen
John William Joensen
Jákup Oluf á Lakjuni
Andrew Hansen