Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesir tríggir sleppa ikki at venja við Liverpool meir

Jákup Ósá

Tríggir royndir leikarar sleppa ikki so frætt sum at venja við besta hópinum hjá Liverpool.

Leygardagin skal Liverpool spæla venjingardyst í Finnlandi móti HJK Helsinki. Og nú er greitt, at Liverpool venjarin Brendan Rodgers ikki vil so frætt sum síggja tríggjar av royndu leikarunum hjá Liverpool, harav tveir eru fyrrverandi landsliðsálopsleikarar hjá Italia.

Mario Balotelli, Fabio Borini og Jose Enrique eru koyrdir at venja fyri seg sjálvar og sleppa fyribils ikki at venja við Premier League hópinum hjá Liverpool. Liverpool vil sleppa at selja teir, men áhugin tykist ikki vera stórur. Seinasta felagið sum er sett í samband við Balotelli er Bologna úr Italia, og tá hevur ein prísur uppá 7 milliónir pund verið nevndur fyri leikaran, sum Liverpool keypti fyri 16 milliónir pund fyri einum ári síðani. Eisini Borini er settur í samband við italsk feløg.

Premier League byrjar um eina viku.

Harleyfacadeacryl