Vit hava eisini samanborið 2020 við 2019.
Í bólki 4A í 2019 seldi Bragd best – 8,8 milliónir. Í bólki 4B fyri útróðrarbátar seldi Líðhamar best – 10,1 millión. Í 5A seldi Stakkavík best – 6,5 milliónir.
Í 2020 mangla bátarnir mest sannlíkt at skráseta fleiri av teimum síðstu túrunum í ár og eisini kann vera ójavnt, hvussu nógvar túrar ymisku bátarnir mangla, so tølini skulu takast við fyrivarni. Men tað tykist greitt, at sølan hjá útróðrarbátunum verður væl minni enn í 2019.
Í bólki 4A hava hesir bátarnir hægst avreiðingarvirði:
1. Brandur 4,9 mió
2. Bragd 4,4 mió
Eingin annar í hesum bólki hevur selt fyri yvir eina millión.
Í 4B hava hesir tríggir útróðrarbátarnir hægst avreiðingarvirði:
1. Norðsøki 6,6 mió
2. Líðhamar 6,5 mió
Eingin annar útróðrarbátar í hesum bólki hevur higartil skrásett sølu fyri yvir tríggjar milliónir.
Í bólki 5A og 5B hava hesir bátarnir hægst avreiðingarvirði:
1. Falkurin 4,3 mió
2. Gordrúgvin og Stakkavík 3,7 mió
4. Dalsenni 3,1 mió


