Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesumegin

John William Joensen

"Antin hesumegin ella hinumegin". Soleiðis var yvirskriftin hjá einum býráðspolitikara í Norðlýsinum herfyri, og eitt valevni skrivar um, at Klaksvíkin er stórst, tá ið talan er um útflutning hjá føroysku fiskivinnuni.

Kommunan eigur at skapa karmar.
Komandi býráð eigur fyrst av øllum at seta sær mál og avgera, hvat skal vera hesumegin Norðoyatunnilin.
Kommunan eigur at skapa góðar karmar, so at vinnulívið her kann vaksa og blóma.
Skulu fólk trívast í kommununi, eigur kommunan at kunna bjóða grundstykki, íbúðir, haldgóða barnaansing og skúlar, trygga ferðslu, góða heilsutænastu og hava frítíðartilboð til allar aldursbólkar.

Hinumegin.
Í hørðu kappingini kann skjótt henda, at vit standa nipin og hyggja, meðan lívið blómar hinumegin.

Hesumegin.
Ráðini verða ongantíð til alt, ið ein kann hugsa sær, tí ræður um at raðfesta og at raðfesta rætt.
Valevnini hjá Sambandsflokkinum vilja øll arbeiða fyri trivað og framburði HESUMEGIN.

Tí heita vit á TEG
um at velja lista B.

Jóhann Joensen,
valevni Sambandsfloksins í Klaksvík.