Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta ætlar samgongan við fiskivinnunýskipanini

Helgi Abrahamsen

Uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni fær nógva umrøðu í hesum døgum, men torført er at gjøgnumskoða drúgva uppskotið. Her er ein samandráttur, sum byggir á tað, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði um uppskotið, tá landsstýrið hevði tíðindafund í gjár um málið.

Uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni fær nógva umrøðu í hesum døgum, men torført er at gjøgnumskoða drúgva uppskotið. Her er ein samandráttur, sum byggir á tað, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði um uppskotið, tá landsstýrið hevði tíðindafund í gjár um málið.

“Høvuðsmálið er at tryggja, at tilfeingið verður verandi ogna Føroya fólks. Hetta merkir, at tilfeingið skal ikki bara vera ogn hjá okkum sum nú liva, men eisini hjá okkara eftirkomarum. Tí er tað so týdningarmikið, at tilfeingið ikki verður privatiserað.” Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, tá landsstýrið í gjár legði fram uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan.

Høgni Hoydal segði, at nýggja lógin fevnir munandi breiðari enn tann gamla lógin um vinnuligan fiskiskap.

“Nýggja lógin fevnir eisini um fiskivinnuna á landi. Endamálið við tí er at tryggja, at vit allan vegin fáa økt um virðisøkingina á tí sum verður fiskað,” segði hann.

“Fyri at røkka málinum um at tryggja bæði okkum og okkara eftirkomarum rættindi til tilfeingið, er neyðugt at vit gagnnýta hetta ríkidømi burðardygt – bæði lívfrøðiliga og samfelagsliga,” segði landsstýrismaðurin.

“Skipanin skal koma øllum føroyingum til góðar,” segði hann.

Stovnsrøkt

“Vit skulu fylgja teimum havfrøðiligu tilráðingunum,” segði Høgni Hoydal. Umsitingarætlanir verða gjørdar fyri allar týðandi fiskastovnar, har millum annað verður ásett, hvussu stórur partur av samlaða stovninum kann fiskast á hvørjum ári, og hvussu vit skulu bera okkum at, um stovnurin av eini ella aðrari orsøk verður serliga illa fyri.

Havstovan og vinnan skulu samstarva um at gera uppskot um umsitingarætlanirnar fyri einstøku fiskasløgini, og uppskotini skulu samtykkjast av løgtinginum.

“Út frá hesum skal landsstýrismaðurin sjálvur áseta mest loyvdu veiðu hvørt ár,” segði Høgni Hoydal. Tað verður við øðrum orðum ikki longur løgtingið sum fer at áseta mest loyvdu veiðu.

Skipan av fiskiskapinum

Sambært uppskotinum skal ein serlig skipan verða gjørd fyri útróðurin, har fiskidagaskipanin verður varðveitt.

“Ein orsøk fyri hesum er, at talan er í stóran mun um blandingsfiskiskap,” segði landsstýrismaðurin.

“Eisini verður markið broytt millum fult riknar bátar og teir sum ikki eru fult riknir, og bøtt verður um korini hjá teimum sum reka fulltíðar útróður,” segði hann.

Allir aðrir bólkar fara frá fiskidøgum til kvotur, og talan verður um eginkvotur, – tað vil siga at hvørt skip eigur sína kvotu.

“Á tann hátt fáa skipini betur stýrt veiðuni, soleiðis at meira fæst fyri hvørt kilo, og tað verður eisini lættari at stýra, hvussu nógv verður tikið burturúr stovninum á hvørjum ári,” segði landsstýrismaðurin.

Men hvussu ætlar landsstýrið at umrokna fiskidagar til kvotur? Um tað segði landsstýrismaðurin, at umrokningin verður bygd á tøl yvir fiskiskapin tey seinastu 10 árini.

Færri skipabólkar

Færri skipabólkar verða í heimaflotanum. Í høvuðsheitum verður skilt ímillum trol og húk, og húkaflotin verður skildur millum línuskip og útróðrarbátar.

Kvoturnar verða ikki longur knýttar at skipunum, men at feløgunum ella teimum sum hava rættindini. Tað vil siga, at eitt reiðarí avgerð sjálvt, hvat skip tað velur at brúka til at fiska teirra part av kvotuni.

Alt skal til lands

“Alt sum verður veitt skal til lands – eisini tað sum í dag verður blakað burtur, men tað verður ein skiftisskipan í 4-5 ár, hvar ið vinnan kann laga seg til nýggja kravið,” segði Høgni Hoydal.

“Vit seta hært inn við at styrkja fiskivinnumenning ella nýskapan. Okkara mál er at tvífalda virðið á fiskinum tey næstur 10 árini, um vit eisini menna øll liðini í fiskivinnuni, sum kunnu fáa meira burturúr,” segði hann.

“Vit vóna at fáa skapt fleiri størv kring landið, sum burturav skulu arbeiða við at vit fáa meira burturúr hvørjum kilo av fiski. Eitt uppskot er farið í tingið um at stovna ein grunn, sum skal standa fyri tí,” segði landsstýrismaðurin.

Spjaða um alt landið

Tað skal vera betri atgongd kring landið til at gagnnýta fiskiríkidømið. Tað verður lógarkrav, at í minsta lagið 75 prosent av øllum fiski skal landast í Føroyum. Í minsta lagið 60 prosent av øllum fiski sum verður landaður, skal bjóðast út til føroysk virki.

“Tað merkir at øll virki í landinum skulu hava møguleika at fáa fatur á fiskinum,” segði Høgni Hoydal.

Ein partur av kvotunum verða markaðar til at vera “økiskvotur”. Tað skal tryggja, at allir partar av landinum hava møguleika at verða við í fiskiskapinum.

Fiskivinnan skal vera á føroyskum hondum. Hetta merkir at allur útlendskur ognarskapur skal vera burtur um 4 ár. Øll sum sigla við føroyskum skipum skulu fylgja sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum, og øll manning skal hava føroyskt arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Atgongd at fiska

Í uppskotinum verður skilt millum verandi rættindi og nýggj rættindi. Nýggj rættindi er alt tað sum er omanfyri miðalveiðuna tey seinastu 10 árini. Hetta er eisini galdandi fyri øktar kvotur í fremmandum sjógvi.

“Tað sum verður roknað sum nýggj rættindi verður bjóðað út, og har kunnu øll bjóða,” segði Høgni Hoydal.

“Tað verður ikki nakað krav um at tú skalt hava skip, tað verður bjóðað út til tey, sum lúka krøvini um ognarskap, fylgja manningartreytunum og annars lúka treytirnar sum eru,” segði hann.

Verandi loyvi kunnu leingjast

Rættindini hjá teimum sum longu eru í vinnuni skulu kunna leingjast við 8 árum, men tey skulu tó gjalda eitt tilfeingisgjald fyri hetta. Tey nýggju rættindini verða boðin út á uppboðssølu. Har verður skilt millum tríggjar bólkar: Stutt rættindi (1 ár), meðal rættindi (3 ár) og longri rættindi (8 ár).

Mark er fyri, hvussu nógv eitt einstakt reiðarí kann eiga av rættindum. Eingin einstakur eigari kann hava ræði yvir meira enn 12 prosentum av tí samlaða tilfeinginum, sum føroyingar hava ræði á.

Fyri hvørt einstakt fiskaslag verða sett ymisk mørk, sum verða millum 15 og 35 prosent. Fyri makrel, sild og svartkjaft skal eingin kunna hava meira enn 15 prosent, og tað sama verður galdandi fyri tosk hýsu og upsa undir Føroyum. Fyri annan fiskiskap verður markið hægri.

Hvat stutttíðarloyvum viðvíkur (tey sum verða galdandi fyri 1 ár) kunnu tey sum eru í vinnuni í dag og raka markið fyri hvussu nógv tey kunnu eiga, kortini bjóða – men tað verður avmarkað, hvussu nógv tey kunnu bjóða uppá.

Brúksskylda

Tey sum hava rættindi at fiska, skulu hava skyldu at brúka hesi rættindini.

“Um tú ikki hevur brúkt rættindini í tvey ár, so fella tey aftur til landið,” segði Høgni Hoydal.

“Tey sum selja rættindini skulu ikki kunna selja beinleiðis til onkran annan, men sølan skal ganga umvegis ein almennan markna,” segði hann.

Øll loyvi fara úr gildi um 8 ár, men hvørt ár (tá 7 ár eru eftir av tíðini) skal løgtingið taka støðu til, um eitt ár skal leggjast afturat, ella um loyvini verða uppsøgd.

“Á henda hátt veit vinnan altíð 8 ár fram í tíðina, men samtíðis verður talan ongantíð um eina “rullandi skipan”,” segði Høgni Hoydal.

Nýggja lógin kemur í gildi 1. januar 2018

Harleywoodpaint