sigur stjórin í JFK, júst sum hann er í ferð við at pakka út á skrivstovuni á Kósavirkinum. Í morgun møttu fólk fyri fystu ferð aftur til arbeiðis á Kósavirkinum og gleðin var stór
Hugaligt var at koyra oman á kósabryggjuna í morgun.
Safir og Smaragd landaðu 200.000 pund, sum samstundis er fyrsta lastin sum verður landað til Kósavirkið á hesum sinni.
Trukkar, kranabilar, smiðjubilar, handverkarar, múrarar, elektrikarar – jú nógvur aktivitetur á kósabryggjuni.
Inni á virkinum vóru maskinurnar so smátt farnar at mæla.
Uppi á skrivstovuni sæt stjórin og pakkaði út.
– Eg havi upplivað at verið á hægstu tindunum og í lægstu dølunum. Dagurin í dag er ein sera góður dagur – eingin ivi um tað, sigur Hanus Hansen við einum smíli.
– Vit starta spakuliga í morgun her í sunnaraparti av virkinum, men skjótt fara flakabondini at rulla aftur og um kanska ein ella tveir dagar fer saltfiskaframleiðslan í gongd aftur í norðara endanum.
– Jú vit eru klárir til tað heilt stóra og ætlað at framleiðslan ferð at náa tær hæddir sum tá hon var uppá tað mesta, sigur stjórin.
Inni í kantinuni er lættur stemmningur. Fólk skemtast og heilsast.
– Tað hevur gingið skjótari at fáa alt klárt enn eg hevði roknað við sigur Fríðin Ziskason, virkisleiðari.
– Í morgun er lítil aktivitetur á fiskamarknaðinum, men í morgin eru vit vantandi klárir at bjóða, men nú mugu vit líka fáa tað seinasta uppá pláss, sigur Fríðin.




