Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er ein stórur dagur fyri Húsar

John William Joensen

– Fyri 3 árum síðani hevði kommunan einki at bjóða børnunum, so hetta er bæði mennandi og áhugavert, segði Súsanna Høgnesen, borgarstjóri í Húsa Kommunu m.a. tá sparkivøllurin varð handaður.

Røðan sum Súsanna Høgnesen, borgarstjóri í Húsa Kommunu, helt í samband við handan av vøllinum til Húsa kommunu og SISU- sparkivallakapping 2. mai 2009

Góðan morgun øll somul!! 
Eg skal vegna Húsa kommunu bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til hetta tiltak, bæði handanina av vøllinum og eisini sparkivallakappingina, ið er tann fyrsta kappingin av í alt 5 av hesum slag, ið FSF skipar fyri við Føroya Bjór sum høvuðsstuðli. Hjartaliga vælkomin øll somul!!

Tá bygdarráðið tók við 1. jan. 2005, kom stutt eftir eitt hefti til kommununa, at UEFA fór undir at gera sparkivallir kring landið í samstarvið við FSF og kommunur kundu søkja um stuðul og ráðgeving, ið samband við arbeiðið.

Tað, at ein lítil kommuna kundi fáa stuðul og ráðgeving gjørdi, at kommunan í feb. 2006 tók fyrsta stigið til at fáa sparkivøll til Húsar, og sendi eina umsókn um stuðul.

Kommunan fekk játtandi svar og so var farið í gongd. Tað gekk ikki altíð so gott og skjótt við arbeiðnum við vøllinum, tí nógv skuldi gerast við økið og børnini mistu tolið við kommununa og skrivaðu eitt bræv, eitt fitt og erligt bræv, har øll børnini í bygdini hava skrivað undir, eisini tey, sum ikki dugdu at ganga og tosa um hetta mundið og nógvar av undirskriftunum eru tær somu.

Fari at nýta høvi at lesa brævið upp: 
“ Vit børn hava einki spælipláss, vøll, rampu ella rutsjibana. Vit noyðast at gera alt sjálvi, annars hava vit einki og halda vit, at hetta er vánaligt. Vit mugu standa saman og stríðast til vit fáa hetta. Um vit ikki fáa hettta, halda vit at borgartjórin er vánaligur. Heilsan øll børn á Húsum.”

Á Heystið 2007, stóð vøllurin so liðugur og í dag er økið rundan um vøllin eisini so gott sum liðugt. Spæliplássið er keypt og verður sett upp omanfyri her í næstum. So kommunan metir at ynski hjá børnunum er gingið á møti.

Hetta er ein stórur dagur fyri Húsar, at vøllurin verður handaður kommununi. Fyri 3 árum síðani hevði kommunan einki at bjóða børnunum, so hetta er bæði mennandi og áhugavert, og kann vera við til at vekja áhugan fyri fótbólti hjá børnum og ungum á bygd.

Kalsoyggin liggur bert 20 min frá meginøkinum við ferju og við tað, at Húsar nú hevur fingið ein UEFA góðkendan sparkivøll, er oyggin blivin ein partur av alheimsgerðini, ið so nógv verður tosað um. Ein partur av heildini, sjálvt um tað fyri ikki so nógvum árum síðani var óhugsandi, at ein sparkivøllur skuldi verið ein møguleiki her á staðnum.

Ítróttur hevur stóran týdning fyri okkum og ikki minst fótbóltur hevur verið ein av høvuðsítróttargreinunum í landinum í nógv ár og tískil havt ein stóran leiklut hjá fólkinum. Tað verður ferðast úr bygd í bý at hyggja eftir fótbólti. Men mestur man áhugin verða, um tað gongur felagnum í økinum væl.

Hvør veit um ikki onkur her á staðnum kanska ein dag, kemur at spæla á besta liðnum hjá felagnum í økinum ella á fótbóltslandsliðnum fyri Føroyar?
Her á staðnum hava øll gleði av vøllinum, bæði ung sum eldri og er vøllurin við til at savna fólkið í bygdini. Eisini nú, so nógv verður tosað um rørsluárið 2009 og fokus er sett á heilsuna hjá fólki, er vøllurin eitt gott ískoyti til at børn, ung og eldri sleppa at røra seg á ein stuttligan hátt her á staðnum.

Við vón og ynski um, at vit fáa ein góðan og hugnaligan dag saman.

Takk fyri