sigur Kaj Leo Jóhannesen, løgmaður, sum fyri løtu síðan ringdi til Norðlýsið at ynskja klaksvíkingum og teimum í JFK hjartaliga tillukku. – Sum løgmaður frøist ein at síggja vinnulívsfólk, sum á hendan hátt taka tung tøk fyri at verða við til at lyfta lokalsamfelagið
– Eg má siga sum er at tá eg í morgun fór inn á heimasíðuna hjá Norðlýsinum og læs hugaligu útsagnirnr frá stjóranum í JFK og virkisleiðaranum á Kósini og sá myndirnar frá góða stemninginum í og kring Kósavirkið – ja – tað fór ein sera jalig kensla igjøgnum meg.
– Sum løgmaður frøðist ein at síggja vinnulívsfólk sum á hendan hátt taka tung tøk fyri at verða við til at lyfta lokalsamfelagið og eg haldið at teir stovnar og feløg sum saman við JFK hava gjørt hetta møguligt eiga stórt rós uppiborið.
– Landsstýrisflokkarnir sita í løtuni og arbeiða við at fáa fíggjarlógina at hanga saman og hóast ymsar útmeldingar eru, kenni eg meg vísan í at hetta arbeiði eisini kemur á mál.
– Sum tíðirnar eru er enn meira umráðandi at vit standa saman um høvuðsvinnu okkara og tí var tað so sera gott at frætta góðu tíðindini norðan úr Klaksvík í morgun, sigur Kaj Leo Jóhannesen, sum fyri løtu síðan ringdi til Norðlýsið úr Tinganesi.




