Kl. 23.00 í kvøld kundu føroyingar keypa nýggjastu útgávuna av FIFA.
Tað er einaferð um árið, at vit kunnu siga, at tað er FIFA nátt. Tí hesa náttina fáa handlarnir loyvið at selja nýggjastu útgávuna av FIFA PlayStation fótbóltsspælinum. Tað plagar at merkja langar røðir av fólki, sum vilja ogna sær tað beinanvegin. Soleiðis var eisini í kvøld í m.a. Elding í Klaksvík.
Myndirnar eru tiknar uttanfyri Elding í Klaksvík, har FIFA 18 kundi keypast. Eingin ivi er um, at partur av hesi náttini fer til at royna hetta vælumtókta PlayStation spælið av hjá teimum flestu, sum hava staðið í bíðirøðum í nátt.




