Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er nýggi Tottenham venjarin

Jákup Ósá

Tottenham væntast innan eitt døgn at kunngera ein sera spennandi venjara.

Tottenham væntast innan eitt døgn at kunngera ein sera spennandi venjara.

Talan er um 42 ára gamla Southampton venjaran Mauricio Pochettino. Og skulu teir seta ein venjara úr Premier League, so finnast neyvan nógvar betri loysnir enn júst venjarin úr Argentina.

Tað sum Pochettino hevur gjørt í Southampton seinasta hálvtannað árið hevur verið sannførandi. Í 60 dystum hevur Pochettino vunnið 23, spælt 18 javnar og tapt 19. Og harafturat hevur hann ført leikarar sum Shaw, Lallana, Lampert og Rodriguez á enska landsliðið. Júst hetta at geva ungum lokalum leikarum er ein av hansara styrki, sambært nógvum fótbóltsviðmerkjarum. Burtursæð frá Southampton, so hevur Pochettino eisini vant Espanyol frá 2009-2012, har tað gekk væl eftir umstøðunum fram til seinasta árið, tá hann fekk sekkin eftir 9 stig í 13 dystum.

Pochettino stendur fyri álopskendum fótbólti við høgum trýsti, har hann eisini hevur víst høgt taktiskt skil. Pochettino tosar enskt, men brúkar tulk til tíðinafundir, tí hann vil ikki vera endurgivin skeivt.

Harleyfacadeacryl