Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta eru kendastu persónarnir í Rosenborg

Jákup Ósá

Bæði á og uttanfyri vøllinum hevur norska stórfelagið kendar persónar.

Víkingur møtir Rosenborg í Europa League í ár. Rosenborg er mest vinnandi felagið í Noreg og felagið hevur áður spælt í Føroyum, tá NSÍ møtti teimum fyri nøkrum árum síðani.

At talan verður um sera stóra uppgávu er einki at ivast í, tí Rosenborg liggur í løtuni greitt á odda í bestu norsku deildini. Liðið hevur 32 stig fyri 13 umfør og liggur 5 stig frammanfyri nummar 2.

Í hópinum hjá Rosenborg eru onkrir kendir leikarar. Tann kendasti er kanska 33 ára gamli Morten Gamst Petersen, sum í fleiri ár var profilur hjá Blackburn og sum eisini var stóra stjørnan á norska landsliðnum fyri nøkrum árum síðani. Á liðnum eru eisini fleiri aðrir núverandi og fyrrverandi landsliðsleikarar hjá Noregi, Svøríki, Finnlandi, Danmark og Íslandi.

Eisini uttanfyri vøllin eru kendir persónar partur av felagnum. Hjálparvenjari er Erik Hoftun og málmansvenjari er Jørn Jamtfall. Teir vóru báðir tíðandi partur á liðnum hjá Rosenborg í 1990’unum, sum fekk eina røð av flottum úrslitum í m.a. Champions League. Og ítróttarleiðari í Rosenborg er Stig Inge Bjørnebye, sum í sínari íð spældi við m.a. Liverpool. 

Einki er at ivast í, at talan er um eitt stórt og søguríkt felag, sum Víkingur skal møta.