Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta fer at gera, at samstarvið millum kommunurnar fer at vaksa

Helgi Abrahamsen

“Her eru tríggjar kommunur, sum ikki hava lagt saman, men sum tó arbeiða saman um 70 – 80 prosent av øllum teimum viðurskiftunum, sum tær hava við at gera.”

“Her eru tríggjar kommunur, sum ikki hava lagt saman, men sum tó arbeiða saman um 70 – 80 prosent av øllum teimum viðurskiftunum, sum tær hava við at gera.” Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, nú ferð er sett á arbeiðið við Eysturoyartunlinum.

Sløkkiliðið, eldraøkið, barnaverndin, partvíst skúlaøkið og á havnaøkinum samstarva vit, so tað er at kalla dagligt samskifti ímillum hesar tríggjar kommunurnar,” sigur hann.

Hann sær tað tí sum ein fyrimun fyri samstarvið, at kommunurnar landafrøðiliga koma tættari saman.

Serliga kemur Strendur nógv nærri hinum báðum kommununum, og tað fer at gera, at samstarvið millum kommunurnar fer at vaksa,”  sigur Tórbjørn Jacobsen.

Eisini týdning fyri Havnina

Tað er ikki bara við  Skálafjørðin, at samstarvið fer at vaksa orsaka av tunlinum.

“Tað er eingin ivi um, at tað verður ein vøkstur bæði norðanfyri og sunnanfyri tunnilin,” sigur Tórbjørn Jacobsen.

“Hetta er eitt rák sum er um allan heimin, at fólkið flytur inn ímóti miðøkinum  í landinum, og hetta verður nú alt eitt øki,” sigur hann.

6.000 fólk búgva her og 20.000 í Havn. Tað vil siga, at meirilutin av fólkinum í landinum er í einum og sama øki. Tað fer at gera, at tyngdin í nógvar mátar fer at liggja í økinum her í mun til onnur øki,” sigur hann.

Liður í eini røð av útbyggingum

Tórbjørn Jacobsen sær undirsjóvartunlarnar sum eitt framhald av  útbyggingini av undirstøðukervinum í Føroyum sum vit hava sæð síðani seinna veraldarbardaga.

Vit eru  útbygd við  ravmagni, telefon, útvarpi, vegum, brúm og tunlum, og vælferðarsamfelagið hevur ongantíð verið sterkari enn tað sama,” sigur hann.

Eg síggi hvørja útbygging í infrakervinum sum eina menning av tí samfelagnum, sum vit standa í.  Tí er hetta eitt klárt signal um, at vit eru í ferð við at flyta okkum til eitt uppaftur sterkari samfelag – kanska serliga fyri okkum sum búgva í grannalagnum hjá tunlinum,” sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.