Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hetta gevur orsøk at gera fleiri royndir

Jógvan Skorheim

Sera áhugavert at hoyra frá royndarveiðuni hjá Sandshavinum á Føroya Banka.

Fiskurin býtur á húkin, men kemur ikki í trolið á Magnus Heinasyni.

Hetta er bara ein staðfesting av, at vit mugu fáa nógv fleiri vinnuligar royndar á Føroya Banka, so vit veruliga kenna støðuna á bakanum.

Tað loysir seg í hvussu so er ikki at steingja Føroya Banka fyri veiðu fyri at fáa toskin aftur, tí eftir gott 10 árum, so er enn lítið av toski at fáa.

Tað sær heldur ikki út til at vera nøkur loysn, at lata Magnus Heinason gera royndirnar, tí tær geva ikki neyðuga grundarlagið fyri at steingja.