Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hetta kann kallast Black Friday

Jóhann Lützen

Handilsvinnan lýsir við Black Friday, men hesin dagurin kann av røttum kallast Black Friday, ella svarti fíggjdagurin.

Soleiðis segði Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, ið var sera kritiskur um fiskivinnuuppskotið, og sum metti at hetta kundi gerast eina sera svartur fríggjadagur fyri Føroyar.

 – Óvissurnar við uppskotinum eru so nógvar, avleiðingarnar eru als ikki kannaðar, og í flestu førum kann landsstýrismaðurin als ikkki svara upp á hvussu lógin kemur at virka. Tað kunnu vit ikki bjóða føroyingum ella vinnulívinum, sum bert hevur 23 dagar at umstilla seg í, legði Jógvan Skorheim afturat

Eisini vísti formaðurin í Sjálvstýri á, at vit hava óvissur um flest øll høvuðspunktini í uppskotinum. Eingin veit hvussu menningarkvoturnar fara at verða deildar út, uppboðssølan skapar ótryggleika, skifti frá fiskidøgum til kvotaskipan er enn ikki lýst,  og sum enn eitt átak fyri at fløkja alt enn meiri hevur samgongan í vinnunevndini eina nýggja broyting, sum gevur møguleika at draga inn 3% av verandi fiskatilfeingi á hvørjum ári.

– Alt hetta, er ein roynd at fáa 100% um eina uppboðssølu, slær Jógvan Skorheim fast.