Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta land er besta stað á jørð at búgva

Oliver Joensen

Millum annað hetta, segði Kristian Martin Rasmussen í Alla Halganna røðu síni í Christianskirkjuni sunnudagin.

Kristian Martin Rasmussen byrjaði við sálma 19, har Dávid sigur: Harri lat orð muns míns og hugsanir hjarta míns líka tær Harri.

Síðani hugleiddi hann um hvussu vit sum tjóð eru komin ígjøgnum allar tær stóru vanlukkurnar, sum raktu so ómetaliga hart, hvat var tað, sum gav styrki hjá teimum, sum sótu eftir, soleiðis at tey komu víðari.

Her hugsaði hann millum annað um bátsvanlukkurnar fyri gott 100 árum síðani, skipsvanlukkurnar í 20unum og 30unum, har heilar skipsmanningar fórust og, ikki minst, seinna heimsbardaga, nú 70 ár eru liðin síðani hesin bardagi endaði.

”Tað kundi sjálvandi verið nógv at sagt um krígsárini. Men eg fari ikki at taka nakað serligt fram um tað, her í dag. Tann parturin av søgu okkara er væl lýstur í bókaverkum. Tó eitt skal eg taka fram úr øllum skjalatilfarinum um hesi árini.

Tað sótu 239 faðirleys børn eftir teir sum fórust av krígsávum.

Taka vit so øll tey børnini, sum sótu eftir teir, sum fórust á sjónum áðrenn og aftaná kríggið, ja, so síggja vit at tað hava verið nógv faðirleys børn í Føroyum”.

Síðani hugleiddi Kristian Martin Rasmussen um kvinnurnar, ið sótu eftir saman við børnunum, við sakninum og sorgini:

”Í byrjanini setti eg spurningin um, hvat tað var, sum gav teimum styrki at koma víðari í lívinum aftaná vanlukkurnar.

Tá eg hugsi um hetta, kemur ein sangur fram fyri meg. Tað er sangin ”Er Jesus nær”. Seinasta ørindi og niðurlagið ljóðað soleiðis:

Er Jesus nær, tá eg havi mist.

Tað, á foldum mær dýrast var?

Er Hann tá ein borg

Í tí djúpu sorg,

Elskar Hann meg tá, er hann nær?

Á ja, hann er nær

Eg veit, hann er nær,

Hans eyma hjarta er rørt!

Táið náttin long er,

Og leiðin trong, er

Við hjálp hans armur nær.

Tá alt sá myrkt og vónleyst út hjá yrkjaranum, Frank E. Graff, og hann læs úr 1. Pætursbrævi, kap. 5 ørindi 7, tá fekk hann nýggja styrki og skrivaði hendan sálmin, mongum til troyst.

Ørindi ljóðar soleiðis: ”Kasti alla sorg tykkara á Hann, tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum”.

Lítið er at ivast í, at hetta er og var svarið, tá ringast stóð til. – Tá var Jesus nær.

Tað, sum eyðkendi hesi heim var gudsótti, og tað var tað, sum gav teimum styrki og vísdóm at fostra børnini upp hóast pápin ikki var meira.

Tað er merkisvert hvussu væl børnini komu undan. Hyggja vit eftir, so finna vit nógvar eftirkomarar úr hesum heimum, sum hava sett serlig spor eftir seg í samfelag okkara.

Hvussu ber hetta til? Jú, Jesus var nær, og tey høvdu Hann við sær i øllum lívsins viðurskiftum.

Osvald Sivertsen segði tað so væl, tá hann helt røðuna í samband við at minnisvarðin har norðuri varð avdúkaður. Hann segði nakað soleiðis. ”Vóru tað kvinnurnar, sum farnar vóru, so hevði helst verið øskukalt í fleiri húsum, og støðan hevði verið uppaftur vónleysari. Kvinnurnar vóru har, og hildu saman upp á familjuna og fingu børnini undan, við hjálp frá Gudi og góðum fólki”.”

Um lagnutúrin við Norðborg í 2000 segði Kristian Martin Rasmussen víðari:

”Nógv er broytt til tað betra, tá hugsað verður um trygd á sjónum.

Broytingin frá árabátunum til skipini vit kenna í dag er ómetalig. Umstøðurnar kunnu ikki samanberast, og vanlukkurnar eru tíbetur færri.

Men orðatakið sigur at ein kann ikki byggja borð fyri báru. Og tá vit halda væl til standa, tá kann vanlukkan verða nær.

Tað kundu vit sannað, sum vóru lagnutúrin við Norðborg, 19. Mai í 2000. Tá Heri Mellemgård slerdi út. Hetta er ikki lætt hjá mær at koma inn á her í dag, og eg vildi fegin verið tað fyri uttan, men eg haldi at tað er neyðugt.

Marjun, sum tá misti mannin er her í millum okkum, saman við soni og dóttir, sum tá bert vóru fýra og tvey ára gomul. Her hava vit eina einkju, sum er dømi um, hvussu tað hevur verið hjá so mongum undan henni.

’Eisini vóru onnur ímillum okkum her, ið vóru fyri somu lagnu, her hugsi eg um Simonu, sum sat eftir við fýra børnum.

Mammurnar vóru har og hildu saman upp á familjuna, og hetta vísir okkum ómetaliga týdningin sum mamman hevur.

Fyri okkum, sum vóru við Norðborg hendan túrin, var hetta ein ógvuliga svár og óskiljandi hending. Tær kenslur, ið fóru ígjøgnum tað løtuna, kunnu ikki sigast frá. Tað var eitt ógvusligt tómrúm og hjálparloysi hjá okkum, sum vóru eftir umborð.

Tá var gott at vita, at hann var farin í Harrans hendur, og at navn hansara er skrivað í bók lívsins. Hetta undirstrikar eisini týdningin hjá hvørjum einstøkum av okkum, at fáa hendan spurning avgjørdan ímeðan tíð er.

Job sigur: Harrin gav, og Harrin tók; navn Harrans veri lovað! – Tað kunnu vit sum búgva á hesum oyggjum av sonnum sanna. Havið hevur givið nógv, men eisini tikið nógv. Tí liggur virðingin fyri havinum so djúpt í fólki okkara.

Tað, ið hevur eyðkent sjófólk okkara er Gudsótti, tí var og er tað sigur, at taka Guds orð fram, tá farið verður út á havið. Eg hugsi um sálmasangin frá árabátunum, andaktir og møtir umborð á skipunum. Hetta hevur eyðkent tann føroyska sjómannin upp gjøgnum tíðirnar. Eisini tey, sum heima eru minnast teir, sum eru útiá havinum í bønum sínum.”

Kristian Martin Rasmussen endaði røðu síða við hesum orðum:

”Hetta fasta álit á skaparan ígjøgnum viðgongd og mótgongd, er tað, sum hevur borið fólkið , sum búleikast á hesum oyggjum uppi, og hevur megnað at gjørt hetta land til tað besta stað á jørð at búgva á.

Latið okkum halda fast í hesi virðir, so skal okkum gangast væl í framtíðini.”

Eftir eina stutta bøn, mintist hann:

Svend Eivind Sonni Hansen, sum druknaði í Funningsfirði eftir at vera komin aftur av útróðri tann 21. November 2014. Svend var 83 ára gamalur.