Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta líkist amerikanskum tilstandum

John William Joensen

Eg má siga at eg eri ikki sørt skakkur eftir at hava sæð videomyndir av hendingini, sigur stjórin í Havnar Timburhandli Heini Fossá.
Tíbetur var kvinnan kvik á fótum og slapp undan manninum

Tað vóru fólk til arbeiðis aðrastaðni í bygninginum hjá Havnartimburhandli, tá ein maður í øllum stillum sníkir seg inn í handilin 2×3, seint gjárakvøldið.

– Tað sást á videomyndunum at hann hevur lagt ætlanir tí hann ger sær ómak fyri at royna at sleppa undan video upptøkutólunum.

– Tá hann stendur og rótar við kassan varnast eitt av konufólkunum, sum er til arbeiðis at ein maður er inni í handlinum.

– Hon fer yvir ímóti honum – men so hendir nakað sum er púra ókent her um leiðir.

– Í staðin fyri at maðurin stingur halan millum beinini – so tekur hann eina øks í hendi og fer at renna eftir gentuni.

– Tíbetur er gentan sera kvik og veit hvønn veg hon skal renna – og megnar at sleppa út úr handlinum og burtur frá manninum.

– Tað sær øðiligt út á videoupptøkunum og eg má siga at eg er skelkaður um tilburðin.

– Hetta er nakað sum tú hoyrir um í USA og ikki nakað sum vit kenna til her í Føroyum.

Heini Fossá sigur at tey ongantíð goyma pening í handlinum.

– Tað verður brúkt so lítið av kontantum tá keypt verður í dag, og hvønn dag seta vit pengarnar í bankan. Tí standa kassarnir tómir og opnir – so pening hevði maðurin undir ongum umstøðum fingið burtur úr, sigur stjórin í 2×3 Heini Fossá.