Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hetta sigur Odmar Færø um skaðan

Jákup Ósá

Vit hava spurt Odmar Færø um, hvussu álvarsamur skaðin er, sum hann fekk móti NSÍ sunnudagin.

Odmar mátti av vøllinum í yvirtíðini og fekk ikki sett beinið til. Tað vísir seg nú, at Odmar fekk slysni (’’fiburspreinging’’) í tjúkkan. Odmar sigur, at hetta er fyrstu ferð í síni fótbóltsleið, at hann fær slysni. Hann sigur, at málið er at blíva klárur til fyrsta dystin hjá KÍ eftir landsliðssteðgin, sum er 6. apríl móti Víkingi í Klaksvík.