Føroyski landsliðsleikarin letur væl at nýggja KÍ-álopsleikaranum.
KÍ boðaði jólakvøld frá, at 29 ára gamli álopaleikarin, Bob Sumareh, hevur gjørt sáttmála við felagið fyri 2021. Hann kemur úr triðbestu deildini í Noreg. Ein sum kennir hann sum leikara er Rógvi Baldvinsson, sum hevur spælt móti honum í norskum fótbólti.
– Hetta er ein góður leikari, sum eg vildi mett fer at standa seg væl í Betri Deildini. Hann er best sum álopsleikari í eini 4-4-2 leikskipan ella sum kantur í eini 4-3-3 leikskipan. Hann er skjótur, hevur gott spæliskil og arbeiðir hart fyri liðið. Hann er ein seriøsur leikari, sum hevði tilboð frá liðum í næstbestu deildini, men nú fekk hann møguleikan at spæla Evropafótbólt og valdi at taka av. Hann er meir ein liðspælari enn ein málskjútti, sigur Rógvi Baldvinsson um nýggja KÍ-álopsleikaran.
Rógvi heldur ikki, at tað er ringt tekin, at leikarin ongantíð hevur spælt á hægri stigi enn í triðbestu deildini í Noregi. – Í triðbestu deildini í Noreg eru nógv góð lið og har eru nógvir pengar í nógvum feløgum, sigur Rógvi Baldvinsson.



